25 minuttir

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.

  • 35 minutes 26 seconds
    25 minuttir: Olaf Johannessen
    19 January 2022, 9:52 pm
  • 25 minutes 20 seconds
    25 minuttir: Håkan Ericson
    - samrøða við Håkan Ericson
    11 October 2021, 8:05 pm
  • 24 minutes 22 seconds
    25 minuttir: Tim Birkhead
    Hvussu er at vera fuglur? Hava fuglar kenslur? Og hvat kunnu vit læra um menniskjað við at granska fugl? Júst tað hevur víðagitni fuglafrøðingurin og professarin, Tim Birkhead, granskað. Hann hevur millum annað kannað og skrivað bøkur um, hvussu tað er at vera fuglur - hvussu fuglur sansar heimin. Millum annað vísir hann á, at fuglur á mangan hátt líkis okkum menniskjum - eins og menniskju er fuglur ein sosial vera og hevur eisini kenslur.   
    22 January 2020, 3:00 pm
  • 24 minutes 33 seconds
    25 minuttir: Sissal Kj. Kristiansen
    At sleppa at vera júst tann tú ert, tykist ofta at vera trupult í Føroyum, tí vit kenna øll hvønn annan og fortíðina hjá hvørjum øðrum. Tí er gott at sleppa burtur av og á, fyri at finna inn aftur til tín egna persón. Tað heldur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen í øllum førum. Hon ferðast javnan einsamøll til fjarskotin lond fyri at læra og fáa íblástur
    15 May 2019, 7:00 pm
  • 26 minutes 39 seconds
    25 minuttir: Terji Rasmussen
    Terji Rasmussen er útbúgvin námsfrøðingur, men serliga kenna vit hann frá føroyska tónleikaheiminum. Hann er uppvaksin í Havn, men flutti í 2002 til Nólsoyar, har hann í 2015 lat upp spælistaðið Maggies saman við konu síni í kjallaranum á sethúsum teirra í Nólsoy. Síðan staðið lat upp, hava óteljandi konsertir verið í Maggies, og Terji hevur tikið upp konsertirnar bæði sum ljóð og mynd, og fyri hetta skajalfestingararbeiði, umframt spælistaðið Maggies, fekk hann FMA virðislønina fyri Ársins átak.
    8 May 2019, 7:00 pm
  • 24 minutes 34 seconds
    25 minuttir: Jasmin Mote
    Jasmin Mote er fødd í 1998. Hon er uppvaksin í Vestmanna, men flutti sum 13 ára gomul til Havnar við familju síni. Í Havn byrjaði hon at syngja og spæla tónleik. Tónleikurin gjørdist ein áhugi, hon síðan hevur fylgt og ment seg í. Tónleikurin fyllir nú so at siga alt í hennara lívi og tilviti, og í ár fekk hon FMA virðislønina fyri Ársins kvinnuliga sangara.
    1 May 2019, 7:00 pm
  • 26 minutes 11 seconds
    25 minuttir: Andrias Høgenni
    Andrias Høgenni hevur gjørt film, síðani hann var 16 ár. Sum 30 ára gamal í dag telist hann millum mest virknu og vælumtóktu filmsleikstjórunum vit hava í Føroyum. Andrias hevur vunnið filmsvirðislønina "Geytin" ikki færri enn tríggjar ferðir, seinastu ferð í ár við filminum "Ikki illa meint", og so hevur hann eisini móttikið "Viriðsløn til ungt listarfólk" frá mentamálaráðnum í 2015.
    24 April 2019, 7:00 pm
  • 25 minutes 7 seconds
    25 minuttir: Julie Sass
    Danska myndlistakvinnan, Julie Sass er útbúgvin úr New York og Keypmannahavn. Í hesum døgum hevur hon fyrstu solomyndlistaframsýning sína í Steinprenti við heitinum, Black Fog Rising. Framsýningin er sett saman av heliografium, tekningum, málningum, steinprentum, stórum seymaðum verki og ljósinstallatión.
    17 April 2019, 7:00 pm
  • 24 minutes 40 seconds
    25 minuttir: Katarina Nolsøe
    Katarina Nolsøe er útbúgvin sjónleikari. Hon er gift við Hans Torgarð, og saman eiga tey tvey børn. Tóálv, ið er 18 ára gamal og Mariu, sum er 22. Í 2006 fekk Katarina álvarsamt tunglyndi, sum hevði við sær, at hon fleiri ferðir hevur verið innløgd á psykiatriska deplinum. Men nú hevur Katarina tað nógv betri, og við leikinum, sum verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í hesum døgum, Leitanin eftir at vera, greiður Katarina frá stríðnum hon hevur haft við tungdlyndinum, og um sína ferð gjøgnum ótta og angist.
    10 April 2019, 7:00 pm
  • 24 minutes 50 seconds
    25 minuttir: Knút Háberg Eysturstein
    Knút Háberg Eysturstein f.1980 er cand.mag í tónleikafrøði og tónleiki. Knút hevur skrivað um tónleik, eins og hann hevur undirvíst í tónleiki. Hann hevur givið tónleik út í egnum navni, og hevur eisini spælt ein stóran leiklut í nógvum tónleikaútgávum og spælt í fleiri tónleikabólkum. Serritgerðin hjá Knúti snúði seg um tónaskaldi, yrkjaran, mentanmannin og bohemelegenduna og próstasonin, Regin Dahl, sum var borin í heim fyri hundrað árum síðan, hin 5. november 1918.
    3 April 2019, 1:00 pm
  • 24 minutes 10 seconds
    25 minuttir: Linda Mortansdóttir
    Kring allan heim hevur útvarpsdokumentarurin sum genra brotið sær veg inn i playlistarnar hjá lurtandi fólkinum. Men hvat kann ein útvarpsdokumentarur og hvat er tað, sum fangar? Hesir eru millum spurningarnar Linda Mortansdóttir fær í 25 minuttum hesaferð.
    27 March 2019, 7:00 pm
  • More Episodes? Get the App
© MoonFM 2024. All rights reserved.