• 55 minutes 46 seconds
    Bønhústoftin á Velbastað
    Nógv áhugavert er komið undan kavi í útgrevstrinum, millum annað ein flottur gulltráður og ein gátuførur ringur. Lurta eftir sendingini, har Helgi Mikkelsen, fornfrøðingur, greiðir frá. Eisini umrøða vit DNA royndir, ið vísa nær fyrstu seyðirnir komu til Føroya. 
    27 March 2026, 2:20 pm
  • 50 minutes 56 seconds
    Livandi alheimurin
    Fyri stuttum kunngjørdi amerikanski rúmdarstovnurin NASA, at tey høvdu funnið ábendingar um, at lív einaferð í fyrndini hevði verið á gongustjørnini Mars. Gamalt útdeytt lív, gaman í, men er gongustjørnan Mars steindeyð? Spurningurin stendur í dag ósvaraður, men hann verður viðgjørdur í sendingini "Livandi alheimurin". Kári Sólstein, journalistur, tosar við Gunver Lystbæk Vestergård, vísindajournalist, sum hevur skrivað bókina "Vores levende univers". Gunver Lystbæk Vestergård er kandidat í journalistikki og hevur eina ph.d. í vísindasamskifti. Hon arbeiðir sum journalist á Weekendavisen, har hon millum annað skrivar um alisfrøði, stjørnufrøði, rúmdarferðing og vísindasøgu.
    28 October 2025, 3:31 pm
  • 17 minutes 58 seconds
    Rýmdu norðbúgvarnir undan turki?
    Søgnin sigur, at Eirikur Reyði fann Grønland, og at hann og aðrir norðbúgvar búsettu seg har um ár 1000. Fyrst og fremst í tveimum bústøðum, ið vóru rópt eystur- og vesturbygdin. Báðar búsetingarnar liggja í Vesturgrønlandi. Ilt er at siga, hvussu nógv tey vóru - metingar siga, alt úr 3000 upp í 10.000 norðbúgvar. Men hvat hendi við teimum? Tað hevur verið og er ein av størstu gátunum, sum ikki er loyst enn. Gjørdust tey so fáment til endans, at tey doyðu út, komu tey til ilnar við upprunafólkið, inuittarnar, í Grønlandi, ella vóru tey rænd av sjórænarum? Boðini eru nógv.   Hvalsoyar kirkja Toftirnar eftir Hvalsoyar kirkju í Grønlandi Tað seinasta, mann hoyrdi frá norðbúgvunum í Grønlandi, er um eina vígslu, sum var hildin í Hvalsoyar kirkju í Eysturbygdini. Í brævi sent til biskupsætið Garðar í Íslandi stendur, at tann 14. septembur í 1408 giftust Thorstein Ólavsson og Sigrid Bjørnsdóttir. Eftir hetta var tøgn úr Grønlandi. Og tá ið danski presturin Hans Egede kom til Grønlands í 1721 fyri at missionera fyri norðbúgvunum, sum man tá ikki hevði hoyrt frá í meira enn 300 ár, var ongin at finna. Ikki ein tann einasti. Hvat hendi við teimum?   Granska vøtn í Grønlandi Granskarar kanna legugrýtið í vøtnum í Grønlandi, har norðbúgvarnir hildu til (Mynd: Raymond Bradley) Nýggj gransking, sum granskarin Raymond Bradley hevur staðið fyri, kann geva eina ábending um, at livi umstøðurnar broyttust, men ikki sum áður hildið, at veðrið gjørdist kaldari og harðbaldnari, men turrari. Var tað turkur, sum fekk tey at rýma? Lurta eftir samrøðuni við Raymond Bradley, har greitt verður frá nýggju granskingini, og hvat møguliga hendi við grønlendsku norðbúgvunum.  
    16 November 2022, 9:42 am
  • 4 minutes 13 seconds
    VIDEO: Telja fugl við dronu
    Longri samrøða við lívfrøðingin og granskaran Johan Castenschiold og Janus Hansen, fuglafrøðing á Tjóðsavninum, um fuglateljing við dronu, er at hoyra HER
    14 October 2022, 9:15 am
  • 13 minutes 15 seconds
    Sjógvurin fløðir um allan heim
    - Tað er heilt einfalt ov seint at gera nakað við tað. Havið um allan heimin fer at hækka tey næstu nógvu árini, tað sigur granskarin William Colgan, frá GEUS. Nýggj gransking vísir, at lofthavið er hitnað so nógv, at ísur fer at bráðna um allan heimin. Bara tann parturin av innlandsísinum í Grønlandi, sum næstu árini fer at bráðna, verður orsøkin til, at sjógvurin fer at fløða 27 sentimetrar hægri um allan heimin. Og tað er bara innlandsísurin, tá eru heimsins bráðnandi jøklar og mæti Suðurpólurin ikki tikin við í líkningina. Sjógvurin fløðir um allan heim - eisini við Føroyar. Her vendist ikki aftur.   Leinki til myndil, ið vísir hvussu havið fer at vaksa í framtíðini   - Um heimsins lond veruliga fara at halda París-sáttmálan, so kunnu vit minka um skaðan, men um vit halda fram sum vanligt, so fer sjógvurin at fløða um allan knøttin í nógv, nógv ár, sigur William Colgan. Mátingar vísa, at sjógvurin kring Føroyar er hækkaður 10 sentimetrar seinastu árini, og teldueftirgerðir vísa, at í 2150 er havið kring Føroyar hækkað millum 58 og 103 sentimetrar. - Halda vit Paríssáttmálan, so fløðir sjógvurin 58 sentimetrar, men halda vit fram við verandi vakstrarhúsútláti, so er havið hækkað 103 sentimetrar við Føroyar í 2150, sigur William Colgan. Hann leggur afturat, at tað merkir ikki, at sjógvurin heldur uppat at fløða meira eftir 2150, tað fer at halda fram langt fram í tíðina. Lurta eftir samrøðuni við granskaran William Colgan frá GEUS.   Høg flóð í Vágsbotni Høg flóð í Vágsbotni. Henda sjónin verður meira vanlig í framtíðini. (Mynd:Tórshavnar Kommuna)   Høg flóð í Vágsbotni Høg flóð í Vágsbotni. Henda sjónin verður meira vanlig í framtíðini. (Mynd:Tórshavnar Kommuna)
    15 September 2022, 12:38 pm
  • 16 minutes 50 seconds
    Jetstreymurin klovnar um summarið
    Hitamet varð sett í fleiri londum í Evropa í summar, og í Onglandi fór hitin fyri fyrstu ferð upp um 40 hitastig í juli. Tær stóru áirnar í Evropa vóru um at torna, skógareldar herjaðu í fleiri londum, og vatntrot var nógvastaðni.   Hitabylgja í Evropa Allastaðni í Evropa royndu fólk at svala sær í ógvusliga hitanum í summar.   Hitabylgjur í Evropa eru komnar fyri fyrr, men seinastu árini eru hitabylgjur komnar títtari og títtari, og tað verður spátt, at hetta er nakað, evropearar skulu venja seg við í framtíðini.   Hitabylgja í Evropa Fylgisveinamynd, ið vísir, hvussu Evropa tornaði upp í øllum hitanum í summar Orsøkin til hitabylgjurnar eru jetstreymarnir, máttmiklir vindar, ið ferðast høgt uppi í lofthavinum. Vanliga hevur jetstreymurin ferðast samlaður í einum belti runt knøttin, men nú vísir tað seg, at jetstreymurin, um summarið, hevur lyndi til at fara í tvey, og tað hevur ávirkan á veðurlagið í Evropa um summarið. Spátt verður, at fólk í Evropa skulu venja seg við ógvusligar hitabylgjur um summarið.   hitabylgja_jetstreymar Jetstreymurin fer í tvey og "fangar" hitan í Evropa í fleiri vikur um summarið.  Lurta eftir Hanusi Kjølbro, har hann greiðir frá hitabylgjunum í Evropa í summar, og hvussu jetstreymurin er klovnaður í tvey.  
    13 September 2022, 9:48 am
  • 28 minutes 3 seconds
    Grøni boðskapurin
    Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum í Vágum við yvirskriftini Skriftin á vegginum. Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu fyrihalda seg kristliga og guðfrøðiliga til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttesen, guðfrøðingur, hildu hvør sín fyrilestur, um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.   Ljóð Vil tú hoyra fyrilestrarnar, kanst tú trýsta HER Kári Sólstein hevur tikið upp og sett saman.
    19 June 2022, 8:00 pm
  • 39 minutes 16 seconds
    Grøni boðskapurin
    Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum, við yvirskriftini Skriftin á vegginum, vesturi í Vágum. Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu kristligt og guðfrøðisligt fyrihalda seg til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttensen, guðfrøðingur, hildu hvør sín fyrilestur, um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan. Hevur tú áhugað at hoyra og síggja fyrilestrarnar, saman við powerpointframløgunum, ber til at síggja hetta HER Kári Sólstein hevur tikið upp og sett saman.
    17 June 2022, 10:13 am
  • 17 minutes 22 seconds
    Ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers
    Hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers. Nýggj føroysk gransking vísir júst hetta, at ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers. Tað skal tó sigast, at flestu tilburðir av Alzheimers sjúku tykjast ikki burturav at vera tengdir at ílegum, men í summum førum hava ílegur mest sannlíkt ein leiklut, og hetta kann eisini vera galdandi, hóast persónurin ikki hevur Alzheimers sjúku í familjuni. Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjari føroyskari gransking, sum Malan Johansen, ph.d lesandi hevur gjørt saman við øðrum. Greiningin byggir á granskingarverkætlann gjørd á Deildini fyri arbeiðs og almanna heilsu undir leislu av Mariu Skalum Petersen og Demens Klinikkina á Landssjúkrahúsinum.   Hava kannað 141 fólk við Alzheimers Tey hava kannað ílegurnar hjá 141 føroyskum persónum sum hava fingið staðfest Alzheimers sjúku og samanborið teirra ílegur við ílegurnar hjá 154 frískum persónum. Lurta eftir samrøðuni við Maluna, har hon greiðir frá granskingini og úrslitunum. Malan Johansen og Alzheimers Malan Johansen hevur granskað, um broytingar í íleguni APOE4 kunnu økja um vandan fyri Alzheimers. 
    16 May 2022, 8:15 am
  • 10 minutes 59 seconds
    Stóra vatnið ið hvarv
    Jørgen Landt, sum var prestur í Føroyum frá 1791 til 98, skrivar í bókini "Forsøg til en beskrivelse over Færøerne" frá 1800, at hann hevði hoyrt vágafólk siga frá eini søgn, um eitt vatn, sum einaferð fanst uttanfyri Fjallavatn. Eitt vatn, sum á døgum hjá Jørgen Landt ikki fanst longur. "Saaledes skal der paa den nordlide deel af Vaagøe fordum have været en temmelig stor søe, sum nu er forsvundet, og har efterladt en græsrig slette" skrivar Landt. Sigmund í Dali, sum var landmátari og máldi øll vøtn í Føroyum, var sera áhugaður í, hvar hetta horvna vatnið kundi havt ligið. Hann heldur, at tað kann hava ligið, har sum grasfløtan millum Mýrarnar og Munnan eru í dag.   Fløtan við Reipsá uttanfyri Fjallavatn, har tað horvna vatnið (teknað við gulum) kanska lá. (Kelda: Frøði, onnur útgáva, 2022)   Talan hevur verið um eitt rímiliga stórt vatn - á stødd við Kirkjuvatn í Famjin, men nakað væl minnið enn sjálvt Fjallavatn. Hví hvarv hetta vatnið?   Soleiðis kann ein loftmynd hava sæð út, um horvna vatnið var til í dag. (Mynd: Sigmund í Dali, Kelda: Frøði, onnur útgáva, 2022)   Lurta eftir Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingi, sum greiðir frá horvna vatninum í Vágum í sendingini Góðan Morgun Føroyar. Meiri stendur at lesa í vísindatíðarritinum Frøði. Kelda: Frøði, onnur útgáva, 2022.
    15 February 2022, 11:00 am
  • 14 minutes 48 seconds
    Gamla Stokkastovan verður sum nýggj
    Stokkastovan er er ein av elstu bygningunum í Tinganesi. Hon er bygd nøkur fá ár eftir stóra eldin, ið herjaði alt Tinganes í 1673, tí kanningar av stokkunum vísa, at teir eru høgdir í Noregi á vári 1684. Bygningurin hevur verið brúktur sum goymslubygningur í Gablatíðini og í 1709 yvirtikin av kongaliga einahandlinum.   Gomul mynd frá 1800 talinum av Tinganesi, sum H.C.Muller hevur tikið. Stokkastovan sæst væl á myndini.    Gablafeðgarnir, sum høvdu Føroyar í len frá 1655 til 1709, bygdu Stokkastovuna nøkur ár eftir, at Tinganes brann í grund í 1673. Kongaligi einahandilin yvirtók bygningin í 1709.   Loftið verður rópt Hosuloftið, og beint við síðurna av hevur verið eitt bøkjarí. Stokkastovan hevði eisini samband við gomlu vippuna á Eystaruvág. Talan er sostatt um ein søguligan bygning, har rættliga nógv virksemi var fyrr í tíðini. Bygningurin er í dag ikki í góðum standi, men nú verður hann høvuðsumvældur. Stokkarnir, ið eru illa farnir, verða skiftir, og allur bygningurin skal setast í uppruna stand. Inni í bygninginum hava tey tikið gamla gólvið upp, og fornfrøðingar eru í hesum døgum farnir undir at kanna, hvat er at finna har. Alt verður skrásett og ruddað út, og so skulu tey eisini grava í moldini fyri at hyggja eftir, um nakað forkunnugt er at finna har. Hellan undir gamla gólvinum skal eisini kannast fyri innristingar og annað.   Gólvið er tikið upp, og nú eru fornfrøðingar farnir í gongd at kanna, hvat er at finna undir gamla gólvinum   Onkur hevur innrist okkurt í helluna undir gólvinum. Hetta sær út sum eitt M ella W, og tey fara at kanna alla helluna við einum serligum skannara fyri at vita, um okkurt er innrist í helluna.    Nógv tilfar liggur undir gamla gólvinum, sum kann hava fornfrøðisligan áhuga.     Hetta sá út sum ein undirkjaftir, men helst er hetta ein gomul stoyping av einum tanngarði.     Tá ið Stokkastovan er høvuðsumvæld, verður hon sum nýggj og skal í framtíðini brúkast til ymisk almenn tiltøk. Lurta eftir samrøðuni við Tórálv Weihe, savnsarkitekt, og Helga Mikkelsen, fornfrøðing á Tjóðsavninum.  
    20 January 2022, 8:10 am
  • More Episodes? Get the App