• 53 minutes
    Kvørnin: "The MZA EP vol. 2", Marius DC
    The MZA EP vol. 2, ið er fimta EP'in við 22 ára gamla rapparanum og framleiðaranum Marius DC, byggir víðari á sama grundarlag sum debut EP'in, "The MZA EP", ið kom út í 2019. Á EP'ini eru seks sangir á enskum máli, sum Marius DC hevur skrivað, framleitt, ljóðblandað og frumbandað. Tó hevur danski framleiðarin Jeppe Engelbrecht Appel framleitt sangin, "Got It Made", og "Forever" er skrivaður og framførdur saman við Jazzygold. Skotsmál: 9/10 stjørnum: Regin Toftegaard 8/10 stjørnum: Ári Rouch Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
    25 June 2026, 6:58 pm
  • 53 minutes 38 seconds
    Kvørnin: "TeleMama"
    Á heildarútgávuni "TeleMama" eru 10 løg, sum limirnir í bólkinum hava gjørt í felag. Tekstirnar hevur Óli Joensen, forsangari í TeleMama, skrivað. Átta eru á enskum og tveir á føroyskum máli. Tónleikarar á útgávuni eru: Óli Joensen - sang, kór og guitar Hendrik Jacobsen - guitar Ørvur Argenziano Hentze - bass Dan Eyðun Karbech Saxov - tangentar Jákup Holm Johannesen - trummur Sjúrður Zachariasson - saxofon Upptøkurnar eru gjørdar í íbúðini heima hjá einum limi í TeleMama og í Atmozonic upptøkuhølinum í Danmark, har útgávan eisini er ljóðblandað og frumbandað - burtursæð frá sanginum "Hindsight", sum Hans Poulsen hevur ljóðblandað og frumbandað. Bólkurin TeleMama trein á fyrsta sinni alment framm í tónleikakappingini Sement í 2021, og hóast bólkurin ikki kom víðari til finaluna, fekk hann sera góða móttøku frá áhoyrarunum. Aftaná Sement kappingina fekk bólkurin fleiri fyrispurningar frá føroyskum konsert og festival fyriskiparum, og TeleMama varð eisini boðin at spæla G! festivalinum sama árið. Tíverri bleiv G! festivalurin í 2021 avlýstur orsakað av koronu, so framførðslan hjá TeleMama varð av ongum. Tað gleðiliga er nú, at TeleMama fer at spæla á ársins G! festivali, sum verður í Syðrugøtu í døgunum millum 16. og 18. juli. Skotsmál: 7/10 stjørnum: Hergeir Eldevig 6/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen Eyðfinn Jensen er vertur.
    18 June 2026, 6:43 pm
  • 52 minutes 31 seconds
    Kvørnin: "The End or Beginning of Us", Beinir
    Á útgávuni eru fimm sangir á enskum máli, men seinasti sangur er bæði á enskum og á føroyskum. Beinir hevur skrivað sangirnar í samstarvi við Sharon Vaughn, Jónas Gaard, Morten Winther Nielsen og Lasse Boman. Beinir hevur eisini framleitt tónleikin, tó er sangurin "Won't let go" framleiddur saman við Rasmus Søegren. David Mørup hevur ljóðblandað og frumbandað EP'ina. Í tíðindaskrivið sigur Beinir: "Á útgávuni eru persónligir og erligir sangir um kærleika, iva og tær løturnar, har eitt samband annaðhvørt broytist, slitnar ella krevur, at tú veruliga stendur við títt og torir at gera nakað við tað." Skotsmál: 8/10 stjørnum: Holgar Johannesen 8/10 stjørnum: Regin Toftegaard Eyðfinn Jensen er vertur.
    11 June 2026, 7:07 pm
  • 53 minutes 48 seconds
    Kvørnin: "Future Sports", Baldur
    Á debut EP'ini "Future Sports" eru 6 sangir á enskum máli og eitt ljóðførislag, sum Baldur Nikolaj Heinesen Olsvig hevur skrivað. Tónleikin hevur Baldur framleitt saman við Alexander Bie, August Ørvad Jacobsen og Emil Mors Rasmussen. Allir sangirnir eru grundaðir á klassiska bólkakonstellation við bassi, guitari, trummum og sangi - víðkað og litað av ljóðborðum, vocodarum, talkbox og soundscape-elementum, sum vekja ein futuristiskan sci-fi-stemning. Í tíðindaskrivið verður greitt frá, at stílurin og ljóðið á EP'in Future Sports er ein samanrenning millum Sci-fi disco, synthpop og sport vibes - eitt ljóð, sum kom til í einum lítlum kamari í Havn, har teir 7 sangirnir vórðu skrivaðir ein myrkan vetur, við íblástri frá føroyska náttarlívinum og einum longsli eftir várinum. Tað ítróttarliga og futuristiska endurtekur seg eisini í tekstunum, har sci-fi tilvísingar og ítróttarhugtøk renna saman sum myndamál. Í kjarnuni snýr Future Sports seg um menniskju, sum bróta seg úr stagnation og søkja framgóngd, og um stríðið at mennast og finna sína egnu leið. Skotsmál: 8/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen 7/10 stjørnum: Birgar Larsen Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
    4 June 2026, 6:48 pm
  • 51 minutes 11 seconds
    Kvørnin: "Ókendir"
    "Ókendir" er heitið á sjálvnevndu debut-útgávuni við føroyska tónleika-kollektivinum, sum fyri fyrstu ferð veruliga gjørdi vart við seg í tónleikakappingini Sement í fyrraárið, tá bólkurin tryggjaði sær pláss í finalu umfarinum. Yvirskipað er talan um eina føroyska rapp tónleikaútgávu við lagføgrum, sangbærum niðurløgum, har tónleikastílurin ferðast víða líka frá skrappum suðurstats-trappi til kalypso stev. Í tíðindaskrivið verða tey 11 løgini á útgávuni "Ókendir" lýst sum løtur og brot úr lívinum hjá føroyingum í aldrinum millum 20 og 30 ár. Tekstirnir eru allir á føroyskum og snúgva seg mest um kærleika, hjartasorg, ball, balladu og alt tað, sum liggur har ímillum. Skotsmál: 9/10 stjørnur: Páll Oddur Rubbeksen. 8/10 stjørnur: Regin Toftegaard. Eyðfinn Jensen er vertur.
    28 May 2026, 7:27 pm
  • 47 minutes 30 seconds
    Kvørnin: "Beautiful Obscenery", Greta Svabo Bech
    Greta hevur skriva bæði orð og løg til teir 10 sangirnar á enskum máli á útgávuni, sum hon hevur tikið upp og framleitt saman við manni sínum, Fred Ruddick, í upptøkuhølinum heima í Fraklandi.  Tað er fyri tað mesta tey bæði, Greta og Fred, ið spæla øll ljóðførini, men tey hava eisini fingið hjálp frá Mikael Blak, sum spælir bass á fimm løgum, Davide Rossi, ið hevur útsett, framført og tikið upp strúkarar og Ragnari Finsson, sum spælir el-guitar á lagnum "Islands".  Um útgávuna sigur Greta: "Tónlistarliga er hetta væl friðarligari enn tað, ið eg áður havi útgivið. Eg havi hugsað plátuna sum eitt tónlistarligt klemm. Eg royni at loyva mær sjálvari at vera viðkvom ella viðbrekin á hesari útgávuni. Er tað nakað, sum tað at gerast mamma hevur lært meg, so er tað, at tað er styrki í at vera viðbrekin."  Skotsmál: 9/10: Hergeir Eldevig 8/10: Ári Rouch Eyðfinn Jensen er vertur.
    21 May 2026, 3:30 pm
  • 51 minutes 18 seconds
    Kvørnin: "Sýrublað", Guðrið Hansdóttir
    Níggju sangir á føroyskum máli eru á plátuni "Sýrublað", ið er sjeynda solo-útgávan við Guðrið Hansdóttir. Høgni Lisberg hevur tikið upp, ljóðblandað og frumbandað, meðan Guðrið Hansdóttir og Høgni Lisberg hava lagt tónleikin til rættis og framleitt útgávuna í felag. Guðrið hevur gjørt øll løgini á útgávuni og eitt lag saman við Karl Andrias Stóra, meðan Beinir Bergsson hevur skrivað allar tekstirnar og ein í samstarvi við Guðrið. Guðrið sigur í tíðindaskrivi, at tá hon fór í holt við útgávuna var málið, at hon skuldi einans samstarva við listafólk, sum hon ikki hevði arbeitt við áður og at gera eina útgávu, har ið spæligleði, spontanitetur og kreativitetur skuldi skína ígjøgnum. Úrslitið er 9 løg, sum eru fjølbroytt og fara í ymiskar ættir, men reyði tráurin er tað ráa, ektaða og erliga. Tónleikarar á útgávuni eru: Guðrið Hansdóttir: Sang, guitar, omnichord, floytu og clarinet. Høgni Lisberg: Trummur, guitar, bass, sang, klaver, OP-1 og slagverk. Jákup Zachariassen: Steel guitar. Jóhan Hentze: Trompet og flugelhorn. Marianna Winther Nagata, Katrina Olsen, Dania O. Tausen og Elinborg Pálsdóttir syngja kórrøddir. Plátufelagið Tutl hevur givið "Sýrublað" út á LP plátu og á talgildum stroymitænastum.  Skotsmál: 10/10 stjørnum: Regin Toftegaard 10/10 stjørnum: Holgar Johannesen Lagt til rættis: Eyðfinn Jensen
    7 May 2026, 7:38 pm
  • 48 minutes 31 seconds
    Kvørnin: Trý føroysk stakløg
    Ári Rouch og Birgar Larsen ummæla stakløgini "90'ini" við Ronnie, "Mín sál er í góðum hondum" við Lenu anderssen og "Dreymaland" við Starlight. Eyðfinn Jensen er vertur.
    30 April 2026, 5:00 pm
  • 51 minutes 54 seconds
    Kvørnin: "Wolfgang"
    "Wolfgang" er heitið á sjálvnevndu debut LP'ini við rokkbólkinum Wolfgang. Á plátuni eru 11 sangir á enskum máli, sum limirnir í bólkinum í stóran mun hava skriva í felag. Í tíðindaskrivi verður boða frá, at plátan hjá Wolfgang er ikki bert ein vanlig tónleikaútgáva. Tað er eisini ein samanumtøka av søguni hjá kenda føroyska Hard Rokk bólkinum, ið kom fram sum partur av føroysku rokk-rørsluni í 90'unum, og skein bjart til ljósið sløknaði fyrst í 00'unum. Teir sum mannað Wolfgang eru: Einar Jacobsen, sang Bergmann Finnsson, guitar Kári Streymoy, trummur Gunnar Thomsen, bass Hans Heðinsson Hammer hevur tikið upp, framleitt, ljóðblandað og frumbanda útgávuna, sum plátufelagið Tutl hevur givið út. Skotsmál: 10/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen 9/10 stjørnum: Hergeir Eldevig Eyðfinn Jensen er vertur.
    23 April 2026, 7:09 pm
  • 50 minutes 33 seconds
    Kvørnin: Trý nýggj stakløg
    Stakløgini, "Sig mær" við Tøgn, "Suffer In Silence" við Ingibjørg Hansen og "Pápi" við Anton Liljedahl verða ummæld av Ára Rouch og Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur
    16 April 2026, 2:36 pm
  • 54 minutes 11 seconds
    Kvørnin: Trý føroysk stakløg
    Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Sporty Girls" við Baldur. "Flames Of Evil" við Wolfgang. "Dansi ordiliga seksutt" við Det Ferösche Compagnie og Kristinu Sørensen Ougaard. Hergeir Eldevig og Páll Oddur Rubbeksen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
    9 April 2026, 6:24 pm
  • More Episodes? Get the App