• 47 minutes 57 seconds
    Pressan: Jenis í kríggi móti KvF
    Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum varðar av Kringvarpinum er í opnum kríggi við sama stovn. Jenis av Rana heldur tað verða neyðugt, at hann gongur á odda, tá nakað er at finnast at í Kringvarpinum, tí nógv tora ikki. Jenis av Rana sigur Kringvarpið leggja sær orð í munnin í spurninginum um amerikanska forsetavalið. Í Sandavági liggur helst tann minsta redaksjónin á einum føroyskum miðli. Tað eru sethúsinum hjá Jóanisi Nielsen, sum síðani 2004 hevur havt portalin jn.fo. Ein tíðindaportalur, sum hevur funnið sínar egnu brúkarar - næstan 30.000 um vikuna. Nógv tilfar er skrivað í sethúsunum í Sandavági - skalt tú finna avreiðingar og fiskaprísir, so er tað jn.fo. Pressan vitjar í Sandavági. Amerikanska sendikvinnan í Danmark - Carla Sands - var í altjóða miðlunum í gjár, tí hon herfyri hevði skrivað á Twitter, at hennara brævatkvøða til amerikanska forsetavalið ikki var tald við og tí ivaðist hon í um valið var rættvíst. Í gjár var hon í Norðurlandahúsinum, men vildi ikki svara spurningum, um hon hevði logið. Portal.fo hevur sum part av portalinum gjørt eitt nýtt rúm, sum tey nevna Blaðið, har pláss skal verða fyri longri greinum, sum liggja longur enn skjótu tíðindini, ið hvørva niðureftir eftir eini løtu. Gestir: Jenis av Rana, landsstýrismaður, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Jóanis Nielsen, jn.fo og Ingi Samuelsen, redaktørur á Blaðnum. Tøkningur: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    13 November 2020, 11:18 am
  • 48 minutes 38 seconds
    Pressan: Veljarakanningar og forsetaval í USA
    Eru veljarkanningarnar fyri eitt val rættar ella í lagi, ella eru tað kanska miðlarnir, sum ikki duga at brúka veljakanningar? Hvat spáddu veljarakanningarnar undan amerikanska forsetavalinum, sum hevur ørkymlað so nógv. Kvinna hevur fingið ein Mann. Eftir í mong ár, at hava givið Kvinnu út, hava somu kvinnur nú sent eitt mannfólkablað á marknaðin. Maður er eitt lívsstíls-blað, sum vendir sær til menn. Gestir: Flóvin Eidesgaard, serligur ráðgevi og hagfrøðingur, Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri Maður og Jan Berg Jørgensen, films- og miðlafrøðingur. Tøkningur: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    6 November 2020, 11:26 am
  • 56 minutes 21 seconds
    Pressan: Miðlarnir til sýn
    Í hesi sendingini verður aktuelli journalistikkurin sendur til miðlasýn. Miðlalandslagið er ikki ein oyðimørk, men eru nóg nógvir grønir blettir, har tað sprettur? Hugt verður nærri eftir journalistikkinum í onkrum av teimum tíðindum, sum vit hava hoyrt seinastu dagarnar. Men stóri spurningurin verður eisini settur: Hvussu hevur føroyskum journalistikkur tað? Er nakað skil í? Gestir: Høgni í Jákupsstovu, journalistur, Kári Mikkelsen, journalistur, Ingrid Bjarnastein, journalistur og Rigmor Dam, journalistur. Tøkningur: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    30 October 2020, 11:25 am
  • 55 minutes 18 seconds
    Pressan: Stríðið um almenna rúmið
    Sjúkrarøktarfrøðingar eru í verkfalli. Kunnu sjúkrarøktarfrøðingarnir aftur vinna stríðið um undirtøku millum kvinnur og menn. Í 2017 vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir eisini í verkfalli, og tá tókist greiður samhugi vera við teirra verkfalli. Hvussu er hesaferð? Við hvøjrum orðum royna partarnir at vinna samhuga fyri sínum sjónarmiðum. Partar av okkum brúka nógv tíð til aðrar miðlar enn Kringvarp Føroya. Ja, hesin parturin kanska bara veksur. Og hvar endar so Public Service-stovnurin Kringvarp Føroya? Yngra ættarliðið hevur nógvar miðlar at velja ímillum, og tað er neyvan Kringvarp Føroya, sum stendur ovasta, men hví ger tað nakað, svarar Ivan Niclasen uppá. Gestir: Eyðna Skaale, retorikari, Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsmannafelagnum, John Johannessen, journalistur og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri. Teknikari: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    23 October 2020, 11:30 am
  • 45 minutes 19 seconds
    Pressan: Álítandi tíðindi um korona
    Hvussu eru leikfólk fyri, tá læknavísindi og journalistar kappast um at vera skjótast við tíðindum. Ber til at trúgva tíðindum, sum bara eru at hoyra í Føroyum, at korona-koppsetingin kemur fyri jól. Vit skifta orð um miðlarnar og kommunuvalið og hvørji evnið vera sett á dagsskránna uppundir eitt kommunuval. Kommunuval verður týsdagin 10. november - altso um ein lítlan mána. Valevnini eru so smátt farin at skriva valgreinar. Higartil mest í teimum størru kommununum. Gestir: Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, Jóannes N. Dalsgaard, stjórmálafrøðingur og Niklái Nysted, stjóri portal.fo. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    16 October 2020, 11:12 am
  • 53 minutes 37 seconds
    Pressan: Køvdar røddir
    Ein lítil mánaði til amerikanska forsetavalið. Bera føroysku miðlarnir fyrst og fremst tíðindi hjá amerikansku demokratisku miðlunum, sum ikki hava nógv gott at bera Trump. Hvør gongur móti almenna rákinum í tilmælum og upplýsing í hesum koronatíðum. Verða røddir, sum tala at alment viðurkendu sjónarmiðunum, køvdar í siðbundu og breiðu miðlunum. Og hvussu lætt er at fáa td. KvF at gloypa eini miðlaætlan, sum roynir at avgera, hvørjar gestir til dømis skulu í Dag og Viku og nær. Gestir: Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Jón Tyril, samskiftisfólk, Regin Berg, samfelagsfrøðingur, Jógvan Poulsen, Trump-viðhaldsmaður og Brynhild Thomsen, journalistur. Teknikari: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    9 October 2020, 11:39 am
  • 54 minutes 9 seconds
    Pressan: Jørgen fekk opna mikrofon
    Eingir politikarar eru við í innsløgunum, men summir borgarstjórar er firtnir um valini, sum Dagur og vika hava gjørt. Týsdagin skipaði Fíggjarmálaráðið fyri tíðindafundi í Kongshøll, men journalistarnir spurdi ikki, tað gjørdu afturfyri tveir andstøðupolitikarar. Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í KvF, ivast í, um framløgan av fíggjarlógaruppskotinum verður send aftur næsta ár. Elin Mirjamsdóttir er eitt av vertsandlitunum í Degi og Viku. Trúvirði og forteljarahugur skulu eyðkenna eina Dag og viku-vert. Regin Winther Poulsen, journalistur í New York, lýsir støðuna hjá amerkikansku pressuni upp undir forsetavalið. Gestir: Elin Mirjamsdóttir, journalistur, Jacob Fauerby, sjónleikari, Árni Gregersen, journalistur, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Ingi Samuelsen, journalistur, Gerhard Lognberg, borgarstjóri Skopun og Regin Winther Poulsen, journalistur. Teknikari: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    2 October 2020, 11:21 am
  • 54 minutes 45 seconds
    Pressan: Stroyming hevur gjørt innrás
    Stroyming er vegurin inn til ljóð og myndir. Tey gomlu tíma enn at hyggja eftir tí, sum sjónvarpsrásir senda út í stovuna til ávísan klokkutíma, men alt fleiri vilja hava valfrælsið at velja nær og hvar ljóð og myndir skulu koma. Avbjóðingin er stór, tí stroymingstænasturnar vera alsamt grammari fáa okkum at brúka tíð hjá teimum. Ein lítil sjónvarpsstøð sum Kringvarpið skal so royna at troka seg inn í hesa umfatandi útlendsku miðlamyndina. Jens av Rana, landsstýrismaður, helt at svarið til útlendsku innrásina er at taka almennu pengarnar frá KvF, so allir miðlar eru javnstillaðir. Gestir: Jens av Rana, lansstýrismaður um miðlastuðul. Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, Hermann Eliassen, miðlafrøðingur og Niels Uni Dam, samskiftisfrøðingur. Teknikari: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    25 September 2020, 11:16 am
  • 52 minutes 47 seconds
    Pressan: Búskaparfrágreiðngin sum stórtíðindi
    Tvær ferðir um árið ruddar formaðurin í Búskaparráðnum allar forsíður, tá ráðið hevur tikið fepurin á føroyska búskapinum. Og miðlarnir fara rennandi aftaná við boðskapinum frá formanninum. Men hvør verður klókari, kunnu vit spyrja? Higartil hava privatu miðlarnir fingið 2 mill. kr í miðlastuðli. Blaðstjórarnir á Norðlýsinum og Dimmalætting halda at pengarnir bara eru inni og venda, tí útberingin samstundis hækkar. Gestir: Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, Sólvit Nolsøe, journalistur, Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting og Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum.
    18 September 2020, 11:40 am
  • 57 minutes 44 seconds
    Pressan: Almenn kunning og fótbóltsprát
    Síðani 12. mars hevur løgmansskrivstovan staðið fyri almennari kunning um korona. Í sendingini hoyra vit um hugskot og ætlan við kunningini. Skal ein vertur koyrast av eini fótbóltssending, tá ein venjari kemur við hvøssum viðmerkingum? Gestir: Páll Holm Johannesen, kunningarráðgevi Løgmansskrivstovan, Eyðbjørt Skylv Midjord, kunningarfólk. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF og Katrin Petersen, journalistur. Mikkjal Thomassen, venjari, og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    11 September 2020, 11:37 am
  • 1 hour 1 minute
    Pressan 220520
    Hoyr sendingina her
    23 May 2020, 10:33 am
  • More Episodes? Get the App